Biden: Vit svíkja ikki Ukraina

Biden: Vit svíkja ikki Ukraina
Ukrainski forsetin hevur verið á vitjan í USA
Zelenskyj og Biden á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.12.2023 - 08:22

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hittu í gjárkvøldið fjølmiðlar í Hvítu húsunum

- Tá ið Russland byrjaði kríggið, væntaði eingin, at Ukraina fór at hóra undan ein mánað. Tí gloymir eingin, at tað er ein stórur sigur, at tú stendur her í dag, og at Ukraina stendur her í dag, segði Biden við Zelenskyj á tíðindafundinum.

- Ukraina fer at yvirliva, um ikki vit fara frá teimum. Steðga vit ikki Vladimir Putin, fer tað at seta frælsið hjá nærum øllum í vanda, segði Biden. 

 

Ukrainski forsetin hitti eisini demokratiska og republikanska leiðarannum í senatinum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Svíkja ikki

Biden lovaði ikki at svíkja Ukraina, sama um Kongressin herfyri vrakaði seinasta uppskotið um búskaparligan stuðul til Ukraina til kríggið móti Russlandi.

Republikanararnir krevja, at hjálparpakkin til Ukraina eisini skal fevna um tiltøk fyri at steðga streyminum av fólki, sum biðja um politiskt friðskjól á markinum millum USA og Meksiko.

Biden segði, at umsitingin hjá sær arbeiðir saman við Kongressini um nýggja loysn.

- At halda Ukraina sum gísla afturfyri eina sera vandamikil partapolitiska dagsskrá, tað er ikki soleiðis, vit arbeiða, segði amerikanski forsetin 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947