Donald Tusk: Vesturheimurin má hjálpa Ukraina

Donald Tusk: Vesturheimurin má hjálpa Ukraina
Nýggi forsætisráðharrin í Póllandi hevur hildið sína fyrstu røðu í tjóðartinginum
Donald Tusk, forsætisráðharri, á røðarapallinum í pólska tjóðartinginum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.12.2023 - 11:38

Nýtilnevndi forsætisráðharrin í Pollandi, Donald Tusk, krevur, at Vesturheimurin hjálpir Ukraina av øllum alvi.

Tusk hevur í dag hildið fyrstu røðu sína í pólska tjóðartinginum sum nýtilnevndur forsætisráðharri. 

Hann gjørdist forsætisráðharri í gjár, eftir at Mateusz Morawiecki ikki fekk nóg stóra undirtøku til at gerast forsætisráðharri.

 

Skal gera sítt ítasta

- Tað nívir meg at síggja, at Volodymyr Zelenskyj, forsetimnoyðist at arbeiða hart fyri at sannføra heimsleiðarar um at halda fram við at stuðla. Hart og týðiligt fari eg at krevja, at tann frælsi heimurin, Vesturheimurin, ger sítt ítasta fyri at hjálpa Ukraina í hesum krígnum, segði  DonaldTusk, sum er fyrrverandi formaður í ES-ráðnum. 

Í røðuni staðfesti hann eisini, at Pólland skal vera tryggur sameindi hjá Nato. Hinvegin sigur hann, at Pólland má vera fyrireikað til at verja seg einsamalt.

Hann segði eisini, at marknaliðini skulu haldast trygg, tó við virðing fyri fólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947