Rakett rakti norskt skip

Rakett rakti norskt skip
Eldur kom í skipið, men eingin fólkaskaði var
Rakett rakti norska skipið Strinda. (Savnsmynd: NRK)
 
12.12.2023 - 09:47

Ein rakett hevur rakt eitt norskt skip í Reyðahavinum.

Talan er um skipið Strinda, sum norðmenn eiga. Hetta hendi í Reyðahavinum út fyri Jemen.

Eldur kom í skipið, men eingin fólkaskaði hendi.

Amerikanska sjóverjuskipið Mason er á staðnum. 

Hetta er góðar 100 km. norðan fyri Bab Al-Mandab-smoguna, upplýsa amerikonsk embætisfólk.

Sagt verður, at ein krússararakett úr einum øki, har houtiarar hava valdið, rakti skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947