Ófráboðaðir fyrispurningar í tinginum í dag

Ófráboðaðir fyrispurningar í tinginum í dag
Løgtingið fer eisini at viðgera uppskot um, at grønar hitaskipanir skulu fáa alt meirvirðisgjaldið endurgoldið í 2024.
Jóladámur hongur yvir tinghúsinum í hesum døgum, og ætlanin er, at tingið skal fara í jólafrí fríggadagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2023 - 08:47

Ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Fyrsta viðgerð verður um uppskotið hjá landsstýrinum um fult afturgjald í staðin fyri hálvt fyri meirvirðisgjald fyri grønar hitaskipanir verður eisini næsta ár.

Og talgildir tíðindamiðlar skulu nú sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Tíðindabløð sleppa longu sum er undan meirvirðisgjaldi.

 

Minkar í stigum

Stigvísa minkingin í afturberingini av meirvirðisgjaldi fyri grønar hitaskipanir verður broytt, tí hildið verður, at tað er ov ógvisligt at minka stigvísu afturberingina eftir verandi leisti.

Nú verður skotið upp, at næsta ár verður eisini alt meirvirðisgjaldið afturgoldið.

Í 2025 vera 75 prosent av meirvirðisgjaldinum afturgoldin, í 2026 50 prosent, í 2027 25 prosent og síðani einki.

Í 2018 vóru 86 umsóknir um afturbering. 

 

607 umsóknir

Í 2022 vóru 346 umsóknir, og higartil í ár eru komnar 607 umsóknir um at fáa meirvirðisgjaldið fyri grønar hitaskipanir afturgoldið.

TAKS, sigur, at til 1.november í ár eru afturrindaðar 23,6 mió. kr. 

Í sama tíðarskeiði í fjør var talið 8,8 mió. kr., og tað var 2,4 mió. alt árið 2021.

Meirvirðisgjaldsfrítøkan hjá talgildum tíðindamiðlum verður mett at kosta landskassanum hálva millión.

Tingfundurin er klokkan 10.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835