Útlátið má minka nógv meira fyri at halda París-avtaluna

Útlátið má minka nógv meira fyri at halda París-avtaluna
Londini á veðurlagsráðstevnuni eru sinnað at skerja útlátið fýra gigatons í 2023, men tað er ov lítið
Londini á veðurlagsráðstevnuni í Dubai arbeiða nú við at fáa semju um eina endayvirlýsing.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2023 - 08:53

Á Cop28-veðurlagsráðstevnuni í Dubai hava fleiri lond bundið seg til at skerja útlátið av veðurlagsgassi. Men lyftini eru bert ein triðingur av tí, sum krevst fyri at halda París-avtaluna.

Meira enn 100 lond hava bundið seg til at framleiða tríggjar ferðir so nógva endurvunna orku og tvífalda orkuvirkisførið.

Men tað er ikki nóg mikið, sigur altjóða orkustovnurin IEA.

Halda londini síni lyfti, fer útlátið av veðurlagsgassi at minka fýra gigatons í 2030. 

Men fyri at halda málinum við París-avtaluni um at halda upphitingini av jørðini á 1,5 stigi, má útlátið skerjast tríggjar ferðir so nógv, sigur IEA.

Gongd tykist verða komin á veðurlagstoppfundin, og londini arbeiða fyri at fáa semju um eina endayvirlýsing.

Av teimum 200 lutakaralondunum krevja í minsta lagi 80 eina avtalu, sum krevur, at vit stigvíst gevast við allari nýtslu av ólívrunnum brennievni, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947