Børnini tóku ímóti Nobel heiðurslønini

Børnini tóku ímóti Nobel heiðurslønini
Narges Mohammed úr Iran vann friðarheiðurslønina hesaferð, men hon er fongslað í Iran og kundi ikki taka ímóti. Børnini tóku ímóti ístaðin
Børnini hjá Narges Mohammed tóku ímóti friðarheiðslønini
Mynd: Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2023 - 13:47

Í Oslo er í dag stórt hátíðarhald í sambandi við, at Nobel-friðarheiðursløn verður handað. Hesaferð er tað mannarættindastríðskvinnan Narges Mohammed úr Iran, sum fekk heiðurslønina.

Men tað, sum er øðrvísi er, at Narges Mohammed ikki er til staðar í Oslo at taka ímóti heiðurslønini. Hon situr nevniliga fongslað í Evin-fongsinum í Teheran, har fleiri aðrir kvinnuligur fangar sita fongslaðir. Hon varð dømd tíggju ára fongsulsreving og 153 koyrlasløg.

Hetta er fjórðu ferð, at stólurin hjá tí, sum hevur fingið friðarheiðurslønina, stendur tómur.

Fyrstu ferð var í 1936, tá Carl von Ossietzky úr Týsklandi ikki slapp av landinum at taka ímóti heiðurslønini. Nazistarnir kravdu eisini av honum, at hann skuldi nokta at taka ímóti.

Aðru ferð var í 2010, tá kinesiski Liu Xiaobo ikki slapp úr Kina at taka ímóti. Hann sat tá í fongsli fyri at hava funnist at myndugleikunum. 

Triðju ferð var í 2022, tá hvítarussiski Ales Bjaljatskij ikki kundi møta. Hann var stutt eftir hetta eisini dømdur tíggju ára fongsulsrevsing.

Og hesaferð er tað Narges Mohammed, sum situr fongslað og tí ikki kann taka ímóti friðarheiðurslønini.

Tað vóru børnini hjá Narges Mohammed, 17 ára gomlu tvíburðarnir Kiana og Ali, sum tóku ímóti heiðrinum og teimum ellivu milliónunum í svenskum krónum, sum fylgja við. Børnini hava ikki sæð mammu sína í átta ár og ikki tosað við hana seinastu tvey árini. Takkartaluna hevði mamman skrivað og syrgt fyri varð smugglað úr fongslinum. Tað bar hennara ynski, at børnini hildu taluna.

Maður Narges Mohammed, Taghi, er staddur í Oslo. Hann flýddi av landinum í 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155