Fýra ES lond vilja hava vápnahvíld

Fýra ES lond vilja hava vápnahvíld
Belgia, Írland, Malta og Spania vilja hava londini í ES at koma við eini felags áheitan til Ísrael um enn eina vápnahvíld millum Ísrael og Hamas
 
10.12.2023 - 10:23

Avgerðin um felags áheitanina skal takast í sambandi við ES-topfundin, sum verður í Brussel hósdagin og fríggjadagin í komandi viku. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB sambært Ritzau.

Tey fýra londini hava í einum felags brævi til forsetan í ES, Charles Michel, biðið um, at vápnahvíld skal setast á skrá til fundin.

Fríggjadagin legði USA eitt veto móti einum uppskoti hjá trygdarráðnum hjá ST, sum hevði álagt Ísrael at tikið vápnahvíldina uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947