Álitið um fíggjarlógina kemur í næstu viku

Álitið um fíggjarlógina kemur í næstu viku
Fíggjarnevndin fer nú at skriva álit um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024
Tingfundur verður mánadagin, og fíggjarnevndin hevur fund mánadagin.
 
09.12.2023 - 09:47

Fíggjarnevndin fer nú at skriva álit um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024.

Nevndin hevur fund mánadagin.

Forkvinnan í nevndini, Eyðgunn Samuelsen, sigur, at kanska verður álitið skrivað tá og lagt fram á tingfundinum mánadagin.

Men tað verður so í øllum førum í næstu viku, sigur hon.

Fíggjarnevndin hevur nógv at gera. Hon hevur níggju onnur mál, sum skulu avgreiðast nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV