Fyrrverandi løgreglumaður dømdur fyri at leypa á kongressina

Fyrrverandi løgreglumaður dømdur fyri at leypa á kongressina
59 ára gamli pensjóneraði løgreglumaðurin er funnin sekur í fýra lógarbrotum
Fleiri enn 450 fólk eru dømd fyri at hava verið uppi í álopinum á kongressina, og fleiri teirra hava fingið fongsulsrevsing. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
08.12.2023 - 15:05

Ein fyrrverandi løgreglumaður er dømdur 11 ára fongsul fyri at hava verið við í álopinum á kongressina í Washington 6. januar 2021. 

59 ára gamli pensjóneraði løgreglumaðurin er funnin sekur í fýra lógarbrotum, íroknað órógvandi atburð við deyðiligum ella vandamiklum vápni.

Revsingin, 11 ár og tríggir mánaðir, er nakað linari, enn ákæruvaldið kravdi, sum var 12 ár og eitt hálvt árs fongsul.

 

Stjól valið frá Trump

Fleiri hundrað Donald Trump-fjepparar lupu á Kongressina í 2021 fyri at steðga formligu góðkenningini av valúrslitinum, eftir at Trump tapti forsetavalið í november árið fyri. 

59 ára gamli maðurin, sum nú er dømdur, hevur alla tíðina tvíhildið um, at Joe Biden stjól valið frá Trump. 

Higartil eru meira enn 1.230 fólk skuldsett fyri lógarbrot í sambandi við ófriðin og álopið. 

Meira enn 450 eru dømd,  og fleiri teirra hava fingið fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947