Viðmerkjari: Løgmaður eigur oftari at sláa nevan í borðið

Viðmerkjari: Løgmaður eigur oftari at sláa nevan í borðið
Nógv mál, sum samgongan ætlaði at avgreiða í heyst, eru framvegis óloyst, sigur Árni Gregersen, viðmerkjari
Viðmerkjari vísir á, at nógv mál, sum landsstýrið ætlaði at loysa í heyst, eru framvegis óloyst. Og løgmaður eigur oftari at sláa nevan í borðið, sigur hann. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.12.2023 - 13:09

- Skal samgongan halda í trý ár aftrat, krevst, at løgmaður slær nevan í borðið.

Tað segði Árni Gregeren, politiskur viðmerkjari, í Breddanum fyrrapartin.

Eitt ár eftir, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn vunnu valið, tykist fólksliga undirtøkan at ridla.

Nýggjasta spyr.fo kanningin vísir, at andstøðan hevði vunnið fimm tingsessir frá samgonguni, um val var nú. 

Nógv mál, sum samgongan ætlaði at avgreiða í heyst, eru framvegis óloyst, sigur Árni Gregersen.

Eitt er málið um gongd í haga. 

Og politiskt hevur málið um russlandssáttmálan fylt alt ov nógv. Tað hevur havt við sær, at samgongan sær ógvuliga virksilamin út, heldur Árni Gregersen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08122023_Arni_um_veljarakanning


Allur Breddin kann hoyrast her. 

 

Sí videobot úr Breddanum her:

 

ARNI_VELJARAKANNING_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946