Ukraina: Stuðulin úr Vesturheiminum minkar niður í einki

Ukraina: Stuðulin úr Vesturheiminum minkar niður í einki
Kríggið snýr seg ikki bara um Ukraina, men um Evropa, sigur Zelenskyj, forseti
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, og amerikanski starvsbróðirin, Joe Biden.
 
07.12.2023 - 18:59

- Russland væntar, at stuðulin frá londum í Vesturheiminum minkar niður í einki næsta ár. 

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á talgildum fundi við G7-londini, har Zelenskyj greiddi frá, at Russland hevur hert álopini.

- Kríggið snýr seg ikki bara um Ukraina, men um Evropa, sigur hann.

 

Ósemja í USA

M.a. er politisk ósemja í USA um stuðulspakkan til Ukraina, har amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at meiri stuðul Ukraina kann ikki bíða.

- Tekur Vladimir Putin Ukraina, 'so steðgar hann ikki har', sigur Biden.

Biden vissar um, at USA fer at halda sínar Nato-skyldur, um eitt land í verjusamgonguni verður álopið.

- Tá hava vit eina støðu, sum vit ikki vilja hava, og sum ikki er veruleiki enn: - At amerikanskar deildir berjast móti russiskum deildum, segði amerikanski forsetin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947