Boris Johnson tekur í egnan barm

Boris Johnson tekur í egnan barm
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin vitnaði í dag fyri nevndini, sum kannar handfaringina av koronufarsóttini
Boris Johnson, fyrrverandi forsætisráðharri, segði seg harmast, at so mong lótu lív av koronu í Bretlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.12.2023 - 14:53

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Boris Johnson harmast um sína egnu handfaring av korunufarsóttini.

- Vit undirmettu farsóttina, segði Boris Johnson, tá ið hann vitnaði fyri nevndini, sum kannar bretsku handfaringina av koronufarsóttini.

Boris Johnson segði millum annað, at hann harmast um mongu fólkini, sum lótu lív, tá koronufarsóttin herjaði, skrivar Ritzau.

230.000 bretar doyðu av Covid-19, og nógvar milliónir fingu sjúkuna.

- Eg kann nýta høvið at siga, at eg skilji kenslurnar hjá teimum, sum vóru rakt, og avvarðandi teirra, og eg harmist stórliga um pínuna, missin og líðingarnar hjá teimum, segði Boris Johnson, fyrrverandi forsætisráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947