Løgmansskrivstovan biðið Heilsumálaráðið um frágreiðing

Løgmansskrivstovan biðið Heilsumálaráðið um frágreiðing
Tað er týdningarmikið, at landsfyrisitingin letur Umboðsmanninum tær upplýsingar, sum biðið verður um, sigur John Rajani, løgmansstjóri
John Rajani er løgmansstjóri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
06.12.2023 - 13:35

Heilsumálaráðið skal geva Løgmansskrivstovuni frágreiðing um málið viðvíkjandi vantandi innliti. 

Tad upplýsir John Rajani, løgmansstjóri, í skrivligari viðmerking til Kringvarpið.

Hann sigur, at løgmaður hevur fingið avrit av einum áliti frá Løgtingsins umboðsmanni tann 4. desember. 

 

Álvarslig átala

Í álitinum verður ein álvarslig átala givin Heilsumálaráðnum fyri handfaringina av einum máli um vantandi innlit.

Løgmansstjórin sigur, at hann hevur heitt á aðalstjóran í Heilsumálaráðnum um at gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni. 

John Rajani leggur aftrat, at Løgtingsins umboðsmaður er ein týðandi stovnur í okkara rættarsamfelag, og tað er týdningarmikið, at landsfyrisitingin gevur Løgtingsins umboðsmanni tær upplýsingar, sum hann biður um, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946