
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkatalið setur met í ár
Ferðafólkatalið setur met í ár
Fleiri enn 400.000 ferðafólk eru komin og farin um flogvøllin

Seinast, ferðafólkatalið í Vágum setti met, var 2019, men nú er greitt, at ferðafólkatalið í ár eisini fer at seta met. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
06.12.2023 - 10:09
Ferðafólkini á flogvøllinum vóru 7,4 prosent færri enn í november 2019.
Men tey vóru seks prosent betri enn november í fjør.
Í november í 2019 vóru 1831 fleiri ferðafólk enn nú í november.
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Metár
2023 verður metár hjá flogvøllinum.
Til 1.desember vóru ferðafólkini vorðin 408.736.
So í desember skulu vera 15.545 ferðafólk fyri at taka metið, sum var sett í 2019.
Og ferðafólkini vera fleiri enn tað, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV