- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta játtan til innkomuvegin til í ár
Við árslok verða 60 prosent av innkomuvegnum í Havn liðug.
Tí er neyðugt at hækka játtanina úr landskassanum í ár, hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá landsstýrinum.
Talan er tó ikki um størri játtan, men um at flyta pengar til 2023.
Landið letur 110 milliónir krónur til verkætlanina.
Í ár eru 22,3 mió. kr. í fíggjarlógini, 31 milliónir næsta ár, 36,4 milliónir í 2025 og 20,2 milliónir í 2026.
Liðugt næsta ár
Sambært Tórshavnar kommunu verður arbeiðið liðugt í 2024.
Eftir tí eigur stuðul landsins at vera liðugt goldin í 2024. Tí eigur Tórshavnar kommuna at fáa 66 mió.kr. í ár. Men tøka játtanin er bara 22,3 mió.kr.
Og næsta ár eigur Tórshavnar kommuna eisini at fáa tað, sum er sett av í 2025 og 2026, talan er um 44 mió. kr., sum eru eftir av teimum 110 milliónunum.
Landsstýrið biður løgtingið hækka játtanina 12,9 mió.kr. næsta ár., so hon verður 44 milliónir.