Danmark: Milliardir til starvsfólk í almenna geiranum

Danmark: Milliardir til starvsfólk í almenna geiranum
Heilsurøktarar og heilsuhjálparar fáa tilsamans eina milliard og 250 milliónir í lønarhækking næstu árini
Hýrurin var góður, tá nýggja lønaravtalan var kunngjørd í fíggjarmálaráðnum á middegi. Eftir myndini at døma var fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen, ovurfegin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.12.2023 - 14:35

Danska stjórnin og partar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru samdir um nýggja avtalu, og ávísir starvsbólkar í almenna geiranum fáa tilsamans fleiri milliardir lønarkrónur.

Sambært DR verður peningurin býttur soleiðis, at 1,9 milliardir krónur verða settar av til 2026 til arbeiðsmegi í heilsu- og eldrarøktini.

Av teimum 1,9 mia. skulu 1,25 mia. brúkast til lønarhækking til heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Partur av lønini verður veittur eftir starvsaldri, og til tey, sum hava arbeitt sum heilsurøktarar og heilsuhjálparar í minsta lagi í fýra ár.

1,6 milliardir eru játtaðar til at útbúgva fleiri pedagogar, og lønin hjá pedagogum hækkar eisini.  

1,9 milliardir krónur skulu brúkast til at fáa heilsustarvsfólk til at arbeiða á sjúkrahúsum og í vaktum.

Og ein góð milliard krónur verður brúkt til at fáa almenn starvsfólk upp í fulla tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947