Hernaðarserfrøðingur: Ikki óvæntað at Ísrael ikki vil samráðast meira

Hernaðarserfrøðingur: Ikki óvæntað at Ísrael ikki vil samráðast meira
Tað kemur ikki óvart á Peter Viggo Jakobsen, lektara á danska verjuháskúlanum, at Ísrael hevur tikið seg aftur úr samráðingunum í Qatar um eina fyribils vápnahvíld.
Peter Viggo Jakobsen er lektari á danska verjuháskúlanum.
 
03.12.2023 - 10:39

Tað kemur ikki óvart á Peter Viggo Jakobsen, lektara á danska verjuháskúlanum, at Ísrael hevur tikið seg aftur úr samráðingunum í Qatar um eina fyribils vápnahvíld.

- Eg vænti, at tað fer at koma eitt longri stríðsstig nú, tí Ísrael hevur nøkur hernaðarlig mál, sum landið ætlar sær at røkka, sigur hann.

Talan verður tí ikki um nakra vápnahvíld fyribils, metir Peter Viggo Jakobsen.

Júst nú er Hamas meira til reiðar at samráðast, meðan Ísrael ætlar sær at raka Hamas á stríðsvøllinum, áðrenn landið er sinnað at gera eina roynd at fáa teir sløku 150 eftirverandi gíslarnar leysar, heldur hann. 

- At missa 150 fólk er nógv, men eg ivist onga løtu í, at um ísraelska stjórnin skal velja ímillum gíslar og at raka hernaðarlig mál, so velir landið tað síðsta, sigur Peter Viggo Jakobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947