- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álop í París kannað sum yvirgangur
Álop í París kannað sum yvirgangur
Eitt álop í franska høvuðsstaðnum París verður kannað sum ein yvirgangsatsókn.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/d97aaed0981d23c2a1c67c10922771cc.png?itok=g-3Xthjy)
03.12.2023 - 10:32
Álopið frá einum gerningsmanni, sum leyp á ferðafólk við knívi og hamara í París nærindis Eiffeltorninum leygarkvøldið, verður kannað sum ein yvirgangsatsókn, sigur franski innlendismálaráðharrin.
Undir álopinum doyði eitt týskt ferðafólk, og tvey onnur vórðu særd.
Sambært innlendismálaráðharranum rópti gerningsmaðurin «Allah Akbar» - Allah er stórur - áðrenn hann var handtikin, skrivar tíðindastovan Reuters.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV