Vápnahvíldin er av - stríðið í Gasa tikið uppaftur

Vápnahvíldin er av - stríðið í Gasa tikið uppaftur
Ísrael hevur lopið á Rafah nærindis markinum millum Gasa og Egyptaland
Ísrael hevur lopið á Rafah nærindis markinum millum Gasa og Egyptaland.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.12.2023 - 10:28

Ísrael hevur tveitt flogseðlar úr luftini til sivila fólkið í sunnara parti av Gasa. 

Ísrael mælir til, at fólk rýma úr økinum.

Talan er um býin Khan Younis sambært AP-tíðindastovuni.

Eisini eru hernaðartiltøk aðrastaðni í sunnara parti av Gasa. Boðað verður frá álopi á Rafah, sum liggur á markinum millum Gasa og Egyptaland.

Tað var klokkan fimm í morgun okkara tíð, at fyribils vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas endaði.

Sambært ísraelska herinum breyt Hamas vápnahvíldina stutt fyri, at hon endaði, við einum álopi við rakettum, sum ísraelar skutu niður nærindis markinum millum Ísrael og Gasa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947