Størri játtan til starvsstovuna skeiklar kappingina

Størri játtan til starvsstovuna skeiklar kappingina
Loysnin eigur at finnast innan fyri karmarnar fyri verandi rakstrarjáttan, heldur nevndarformaðurin í privatu kanningarstovuni Thetis
Játtanin skal hækka, tí Heilsufrøðiligu starvsstovan fær færri inntøkur úr Russlandi.
 
01.12.2023 - 08:21

Tað skeiklar kappingina at geva Heilsufrøðiligu starvsstovu størri játtan.

Tað sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Thetis, í brævi til fíggjarnevndina hjá løgmanni.

Thetis mótmælir, at játtanin hækkar.

 

Regin W. Dalsgaard er nevndarformaður í Thetis.

 

Færri inntøkur úr Russlandi

Játtanin skal hækka, tí Heilsufrøðiligu starvsstovan fær færri inntøkur úr Russlandi.

Men tað fáa Thetis og aðrar fyritøkur eisini, sigur Regin W. Dalsgaard.

- Vit halda tí, at ein størri játtan til Heilsufrøðiligu starvsstovu fer at skeikla kappingina millum eina almenna og eina privata kanningarstovu sum okkara.

Tá ein almennur stovnur hevur fíggjarligar avbjóðingar, eigur loysnin at finnast innan fyri karmarnar hjá teirra núverandi rakstrarjáttan, sigur Regin W. Dalsgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV