- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan um nýggja farnetið er góðkend
Avtalan um nýggja farnetið er góðkend
FT Samskifti og Nema fóru undir samráðingar um avtaluna fyri tveimum árum síðani

Avtalan ber í sær, at báðir partar fáa somu atgongd til RAN-netið, og fara at bjóða sama fartelefondekning, bæði á landi og sjógvi. (Savnsmynd)
30.11.2023 - 14:54
Kappingareftirlið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum FT Samskifti og Nema um farnetið (RAN-netið).
Tað boðar Kappingareftirlitið frá.
Avtalan ber í sær, at báðir partar fáa somu atgongd til RAN-netið, og fara at bjóða sama fartelefondekning, bæði á landi og sjógvi.
Partarnir tryggja framhaldandi kapping á marknaðinum við egnari kjarnutøkni, m.a. um tænastur.
Samráðingarnar millum FT Samskifti og Nema byrjaðu í 2021.
Í oktober 2022 lótu partarnir samstarvsavtaluna inn til góðkenningar hjá Kappingareftirlitinum, og nú er avtalan góðkend.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV