Veðurlagsráðstevnan byrjar í dag

Veðurlagsráðstevnan byrjar í dag
Heimsins lond eiga at binda seg til at gevast við at brúka lívrunnin brennievni, sigur ST-aðalskrivarin
António Guterres, ST-aðalskrivari.
 
30.11.2023 - 08:34

Í dag byrjar veðurlagsráðstevnan hjá ST, COP28, í Dubai.

Aðalskrivarin í ST, António Guterres, er avgjørdur um, hvat hann heldur eigur at koma burtur úr COP28.

Antóntio Guterres vil, at heimsins lond binda seg til so líðandi at gevast við at brúka lívrunnin brennievni,  sonevnd fossil brennievni.  

Tað sigur hann við AFP tíðindastovuna.

Hann viðurkennir at tað ikki ber til at koma á mál eftir einum degi. Tað skal gerast eftir einum tíðarkarmi, sum er eftirfarandi.

COP28 veðurlagsráðstevnan er til 12. desember.

 

Føroyar eisini við

Føroyar verða eisini umboðaðar veðurlagsráðstevnuni.

Fía Norðberg Niclasen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni eru við.

9. desember skipa tær fyri tiltaki við heitinum ”Nature-based solutions to the Triple Planetary Crisis.”

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fer at seta tiltakið.

Fía Norðberg Niclasen og Jóna Ólavsdóttir umsita náttúruverkætlanir um lívmargfeldi og náttúruloysnir fyri Norðurlendska ráðharraráðið á Umhvørvisstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947