Henry Kissinger er deyður

Henry Kissinger er deyður
Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Henry A. Kissinger, gjørdist 100 ára gamal
Richard Nixon og Henry Kissinger
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.11.2023 - 07:32

Henry Kissinger var amerikanskur uttanríkisráðharri hjá forsetunum Richard Nixon og Ger­ald Ford. 

Hann verður roknaður sum ein hin mest týðandi politiski oddafiskurin undir Kalda krígnum. 

Henry Kissin­ger var føddur í Týsklandi 27.mai í 1923, og var av jødaætt.

Sum barn flýddi hann saman við familjuni undan nasistunum til USA, men hann fór aftur til Evropa sum hermaður í amerikanska herinum at niðurberja nasistarnar. 

 

Friðarheiðursløn Nobels

Í 1973 fekk Kissinger, saman við norðurvjetnamesiska friðarsamráðingarleiðaranum, Le Duc Tho, friðarheiðursløn Nobels fyri Paríssáttmálan, sum seinni hevði við sær, at tað bleiv vápnahvíld í Vjetnam.

Men handfarin hjá Kissinger av Vjetnamkrígnum, serliga bumbingin av Kambodja, har fleiri hundraðtúsund lótu lív, gjørdi, at nógv skírdu Kissinger at vera ein krígsbrotsmann. 

Hansara áhaldandi royndir at fáa frið í Miðeystri fostraðu hugtakið "shuttle diplomacy", ið merkir penduldiplomati og verður sagt um semingsmann, ið ferðast stútt aftur og fram millum partarnar. 

Eftir tíðina sum uttanríkisráðharri, so hevur Kissinger skrivað bøkur og rikið egna ráðgevingarfyritøku og verið ráðgevi í nógvum samanhangum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947