Norskar bunkringar til russisk skip eru nú á dagsskránni í Noregi

Norskar bunkringar til russisk skip eru nú á dagsskránni í Noregi
Endamálið við at seta spurningin er rokkið sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum er nøgdur við svarið, hann hevur fingið svar frá norska uttanríkisráðharranum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
 
29.11.2023 - 16:16

Norska stjórnin hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmann, um norskar bunkringar til russisk skip

Norska stjórnin váttar í svarinum, at hon hevur fingið upplýsingar um, at russisk skip hava bunkrað olju frá norskum skipum á víðum havi, sigur Sjúrður Skaale.

Fleiri ferðir hevur verið róð framundir, at norsk skip ikki virða revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og veita olju - og møguliga eisini aðrar tænastur - til russisk skip á víðum havi. 

 

Espen Barth Eide er norskur uttanríkisráðharri.

 

Tað er væl kent, at summi av hesum russisku skipunum bunkraðu í Føroyum, áðrenn føroyski havnarstongsulin mótvegis Russlandi varð settur í verk í summar.

Í svarinum sigur Espen Barth Eide, uttanríkismálaráðharri, at norsk skip eisini eru fevnd av teimum handilstiltøkum, sum Noreg hevur sett í verk mótvegis Russlandi. 

Norska stjórnin vil tó ikki siga, um bunkringarnar á víðum havi eru brot á tiltøkini.

Og svarið tekur heldur ikki støðu til, um hetta virksemið er vaksið, síðani havnarstongsilin í Føroyum var settur í verk.

Svarið kann lesast her.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30112023_Sjurdur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878