Kreppa hóttir svenska búskapin

Kreppa hóttir svenska búskapin
Búskaparlig afturgongd hevur verið tveir ársfjórðingar á rað
Stór afturgongd er í svenska búskapinum. (Savnsmynd)
 
29.11.2023 - 13:03

Bruttotjóðarúrtøkan í Svøríki minkaði 0,3 prosent í triðja ársfjórðingi í ár samanborið við annan ársfjórðing. 

Afturgongdin í øðrum ársfjórðing var 0,8 prosent.

Tískil verður mett, at búskapurin er í kreppu, sum vanliga verður sagt, tá búskaparlig afturgongd er tveir ársfjórðingar á rað.

 

Minni nýtsla og færri íløgur

Orsøkin til afturgongdina er minni privat nýtsla, sum er minkað fimta ársfjórðingin á rað, og færri íløgur verða eisini gjørdar.

Arbeiðsloysið í Svøríki er í løtuni 7,7 prosent. 

Svenska hagstovan væntar, at veturin framhaldandi verður tungur búskaparliga, millum annað tí at rentan er so høg. Leiðandi rentan í Svøríki er í løtuni fýra prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947