Vatnleiðing til Vestmannaoyggjar fingið stóran skaða

Vatnleiðing til Vestmannaoyggjar fingið stóran skaða
Skip hevur drigið eitt akker tvørtur um vatnleiðingina, og nú verður mett um støðuna í sambandi við vatnveiting
Vatnleiðingin frá meginlandinum til Vestmannaoyggjar hevur fingið stóran skaða.
Mynd: Eyjar.net  
 
28.11.2023 - 15:05

Vandastigið í Vestmannaoyggjum er hækkað, eftir at vatnleiðingin við drekkivatni frá meginlandinum í síðstu viku fekk skaða. Talan er um 300 metrar av rørleiðingini.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, sum endurgevur úr fráboðan frá íslendsku Ríkisverjuni.

 

Vestmannaoyggjar. (Mynd: RÚV)

 

Sagt verður, at skaðin er umfatandi og álvarsligur. 

Eitt skip hevur drigið eitt akker tvørtur um vatnleiðingina.

 

Vatnleiðingin hevur forskotið seg nógv, og torført er at umvæla hana. Einasta varandi loysn er at leggja nýggja vatnleiðing, sigur Ríkisverjan (Mynd: RÚV)

 

Nú skal metast um, hvørjar avleiðingar, ið avmarkað ella als ongin vatnveiting hevur fyri fólkið og virksemið í Vestmannaoyggjum, og hvørji tiltøk skulu setast í verk, sum forða fyri neyðstøðu. 

Hoyr samrøðu við Dánjal Ragnarsson, sum býr í Vestmannaoyggjum, har hann spælir hondbólt við ÍBV:

 

28112023_Danjal_og_vatnveiting

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947