Rættarnevndin viðger uppskot um lokking

Rættarnevndin viðger uppskot um lokking
Orsøkin til uppskotið er eitt stórt mál um kynsligan ágang á alnetinum móti børnum og ungum
Sambært uppskotinum skal revsingin fyri grooming vera upp í tvey ára fongsul. (Savnsmynd)
 
28.11.2023 - 08:26

Rættarnevndin hjá løgtinginum fer í allan dag at viðgera uppskotið hjá Løgmálaráðnum um kynsliga avnoyðslu og lokking, sum á enskum verður nevnt grooming.

Tíggju innkallingar eru.

Politiið, Barnabati, KRIS, landsstýrismaðurin í lógarmálum, RÓWT, Brotsfrøðifelag Føroya, SSP- ráðgevingin, Barnaverndarstovan, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum og heildarverkætlanin Sig frá og Kvinnuhúsið hava fingið fundarboð.

RÓWT er eitt tilboð hjá Almannaverkinum til ung í aldrinum 18-30 ár.

Hetta eru fólk, sum hava víðfevndar sálarligar og sosialar trupulleikar, umframt rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikar, 

 

Tvey ára fongsul

Uppskotið er um broyta revsilógina.

Revsingin er, sambært lógaruppskotinum, upp í tvey ára fongsul.

Orsøkin til uppskotið er eitt stórt mál um kynsligan ágang á alnetinum móti børnum og ungum.

Hóast lokking kann revsast eftir øðrum ásetingum í revsilógini, kann tað vera trupult at prógva tilætlan, serliga tí tað ikki er greitt, hvat ítøkiliga brotsverkið er, sum ætlanin er at fremja. 

Samstundis tekur galdandi lóggáva ikki atlit at kensluni av skuld og samábyrgd, sum barnið ella tann ungi ofta kennir, sigur Løgmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878