Føroyar og Grønland fáa 120 milliónir á donsku fíggjarlógini

Føroyar og Grønland fáa 120 milliónir á donsku fíggjarlógini
30 milliónir verða játtaðar um árið næstu fýra árini
Tilsamans verða játtaðar 120 milliónir kr. til Føroya og Grønlands næstu árini. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
28.11.2023 - 08:14

120 milliónir eru ætlaðar Grønlandi og Føroyum næstu fýra árini í uppskotinum um danska fíggjarlóg fyri 2024, 30 milliónir um árið.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Størsta játtanin, 20 mió. kr., er til Arctic Oceanarium.

15,8 mió. kr. eru til havgransking í Norðuratlantshavi, 10,5 mió. kr. til kreppumistøð fyri børn og 10 mió. kr. eru til at gera frálærutilfar um søguna hjá danska hjálandaveldinum.

Sermitsiaq skrivar, at Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna, sigur seg vera sera væl nøgda við, at tað er eydnast at útvega 52,5 mió. kr. til tiltøk, sum koma grønlendingum til góðar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946