Heitir á Ísrael og Hamas um at leingja vápnahvíldina

Heitir á Ísrael og Hamas um at leingja vápnahvíldina
Nato-aðalskrivarin sigur, at heldur vápnahvíldin fram, ber til at fáa meiri neyðhjálp inn í Gasa, og fleiri fólk verða eisini latin leys
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.11.2023 - 14:03

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, heitir nú á Hamas og Ísrael um at leingja vápnahvíldina.

Vápnahvíldin farnu dagarnar hevur havt við sær, at gíslar og fangar eru latnir leysir, og at borgarar í Gasa hava fingið neyðhjálp. Hetta er gott, og tí eigur vápnahvíldin at halda fram, sigur Stoltenberg.

Heldur vápnahvíldin fram, fer at bera til at fáa enn meira neyðhjálp inn í Gasa, og fleiri fólk verða eisini latin leys. 

Ein politisk loysn eigur at verða funnin, sum kann steðga liðingini, vit hava sæð í seinastuni, leggur Stoltenberg aftrat.

 

Eisini í ST

Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, fer til New York á fund í ST-trygdarráðnum um kríggið millum Ísrael og Hamas. 

- Nú Kina hevur formansskapin í ST-trygdarráðnum hendan mánaðin, ætlar Kina at skipa fyri fundi 29. november um palestinska-ísraelska-málið. Tað sigur talsmaðurin í kinesiska uttanríkisráðnum, Wang Wenbin.

Kina vónar, at samrøðurnar við ST í hesi vikuni enda við vápnavhíld, at samanbrestirnir halda uppat, og at samrøðurnar kunnu bøtu um støðuna í humaniteru kreppuni í Gasa, sigur Wang Wenbin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947