Skulu læra um nútímans Føroyar

Skulu læra um nútímans Føroyar
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, hevur gjørt avtalu við stjórnarflokkarnar fyri umleið 30 milliónir á figgjarlógini næsta ár
Frá vinstru: Benny Engelbrecht, framsøgumaður í fíggjarmálum fyri Sosialdemokratarnar, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, og Henrik Frandsen, framsøgumaður í fíggjarmálum fyri Moderaterne.
 
27.11.2023 - 13:40

Danskir fólkaskúlanæmingar skulu læra um nútímans Føroyar, og ikki bara um siðbundnu Føroyar. 

- Hetta basir fordómum.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur gjørt avtalur fyri 29,3 milliónir krónur við donsku stjórnina í sambandi við fíggjarlógarsamráðingarnar. 

Millum annað skulu seks milliónir krónur brúkast til at læra danskar fólkaskúlanæmingar um Føroyar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Anna_Falkenberg

 

Seks av teimum góðu 29 milliónunum eru játtaðar til undirvísing í danska fólkaskúlanum í føroyskum - og eisini - grønlendskum viðurskiftum.

Umframt tað eru 15,8 milliónir settar av til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshav, 5,5 milliónir til gransking í uttanríkis,- verju- og trygdarpolitiskum málum og tvær milliónir eru settar av til “Rigsfællesskabets Højskolestipendium.”

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV