Biden fer ikki á veðurlagstoppfund

Biden fer ikki á veðurlagstoppfund
Kríggið millum Ísrael og Hamas hevur tikið nógva arbeiðsorku í umsitingini hjá amerikanska forsetanum
Joe Biden, forseti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.11.2023 - 10:55

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer ikki á ST-veðurlagstoppfundin, sum byrjar í Dubai hósdagin.

Tað siga Hvítu húsini, sambært New York Times.

Ónevnda keldan sigur við New York Times, at ongar upplýsingar eru um, hví Biden ikki fer á COP28-toppfundin. Fundurin er í tvær vikur.

Embætisfólk í Hvítu húsunum rógva framundir, at kríggið millum Ísrael og Hamas hevur seinastu vikurnar og dagarnar tikið nógva arbeiðsorku í umsitingini hjá Biden.

 

Kerry fer á toppfund

Biden hevur brúkt tíð og orku til at fáa partarnar at semjast um vápnahvíld, og at lata fangar og gíslar leysar.

- Vit hava kríggið í Miðeystri og kríggj í Ukraina. Nógv hendir samstundis, svaraði John Kerry, sendifólk hjá Biden í veðurlagsmálum, tá hann í seinastu viku var spurdur, hvørjar ætlanir Biden hevur. 

Kerry og starvsfólk hansara vera tó við á ST-veðurlagsfundinum í Dubai. 

Tíðindastovan Reuters endurgav 1.november keldur, sum longu tá søgdu, at Biden neyvan fór á Cop28, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947