Smágenta latin leys - Hamas drap foreldrini

Smágenta latin leys - Hamas drap foreldrini
Hóast foreldrini eru dripin, er leyslatna gentan prógv um,  at vápnahvíldin heldur, sigur amerikanski forsetin Joe Biden
Ísraelskir gíslar, sum Hamas hevur latið leysar, á veg í bussi til eina ísraelska herstøð
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2023 - 08:34

Ein fýra ára gomul genta, sum hevur verið gísli hjá Hamas í 50 dagar, er nú latin leys. Hon er fyrsti amerikanari, sum er latin leys, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas byrjaði.
 
Hon verður ikki latin leys saman við foreldrum sínum, og tey taka heldur ikki móti henni í Ísrael. Orsøkin til tað er, at bæði foreldrini vóru dripin 7. oktober, tá ið Hamas leyp á Ísrael. 

Hóast foreldrini eru dripin, er leyslatna gentan prógv um,  at vápnahvíldin heldur, sigur amerikanski forsetin Joe Biden.

 

Seinasti dagur í dag

Vápnahvíldin, sum byrjaði 24. november, skuldi vara í fýra dagar, og í dag er sostatt seinasti dagur. 

Sambært BBC eru tó ábendingar um, at Hamas ætlar at leingja vápnahvíldina, og at ísraelski forsætisháharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at hann kanska fer at taka undir tí. Tó sigur hann, at Ísrael framvegis ikki hevur slept ætlanini um at oyða Hamas.

Í morgun hevur Ísrael fingið ein lista við nøvnum á 11 gíslum, sum Hamas væntandi letur leysar í dag, skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947