Eingi útlit fyri eldgosi í Grindavík

Eingi útlit fyri eldgosi í Grindavík
Professari heldur, at tey, sum eru rýmd úr Grindavík, kunnu fara heimaftur um nakrar mánaðir
Vegir í Grindavík hava fingið stóran skaða av jarðskjálvtunum, men nú verður hildið, at eingi útlit eru fyri eldgosi í býnum.
Mynd: Íslendska vegagerðin  
 
27.11.2023 - 08:21

Nú eru so at siga eingi útlit longur fyri eldgosi í Grindavík.

Men vandi er enn fyri gosi í Halgafelli ella í Eldvørpum, sum eru á Reykjanesi.

Tað sigur Ármann Hösk­ulds­son, professari, við Morgunblaðið í morgun.

Hann sigur, at enn kunnu koma jarðskjálvtar í Grindavík.

Verður eldgos í Halga­felli, hava fólk í Grindavík góðar stundir at rýma undan grótbræðingini haðani, sigur Ármann Hösk­ulds­son.

Hann heldur, at tá allar umvælingar eru lidnar í Grindavík um nakrar mánaðir, kann fólkið flyta aftur í býin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947