Mótmæltu antisemitismu

Mótmæltu antisemitismu
Túsundtals fólk gingu í dag kravgongu í bretska høvuðsstaðnum, London, har tey mótmæltu antisemitismu.
Mótmælisgongan í London í dag ímóti antisemitismu
Mynd: Alberto Pezzali/AP  
 
26.11.2023 - 18:26

Kravgongan var dagin eftir, at ein stóru pro-palestinskur skari hevði gingið kravgongu við tí kravi, at ein varandi vápnahvíld skuldi setast í verk millum Ísrael og palestinska yvirgangsfelagsskapin Hamas.

Millum mótmælisfólkini í London í dag var fyrrverandi forsætisráðharrin, Boris Johnson.

Meðan fólkini gingu við kós ímóti tjóðartinginum, lyftu tey skelti við tekstinum: “Null-toleransa ímóti antisemitismu”.

Fleiri bóru ísraelsk og bretsk fløgg, meðan onnur vístu myndir av ísraelum og øðrum, sum Hamas hevur tikið sum gíslar undir álopinum á Ísrael tann 7. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947