Grønland: spiralmálið vindur uppá seg

Grønland: spiralmálið vindur uppá seg
Sokallaða spiralmálið í Grønlandi, eigur at ganga heilt fram til dagin í dag, siga fleiri mannarættindaráð.
 
26.11.2023 - 10:56

Sokallaða spiralmálið í Grønlandi, ið fevnir um túsundtals grønlendskar gentur og kvinnur, sum millum 1960 og 1991 fingu spiral, uttan at hava givið sítt samtykki, vindur nú upp á seg.

Fleiri mannarættindaráð siga, at spiralmálið eigur at ganga heilt fram til dagin í dag.

Víst verður á, at landslæknaembætið í Grønlandi higartil hevur fingið níggju kærur frá kvinnum, sum hava fingið spiral uttan samtykki, síðani Grønland í 1992 yvirtók heilsumál.

- Tí eigur kanningin av málinum at ganga heilt fram til í dag, heldur forkvinnan í grønlendska ráðnum fyri mannarættindi, Qivioq Løvstrøm.

Hon sigur, at síðani 1992 hava skipanir og arbeiðsgongdir, sum byrjaðu undir danskari leiðslu, hildið fram.

- Tí er tað umráðandi at kanna, hvussu støðan er í dag, sigur hon við grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947