Biðja nú um 45 milliónir aftrat til fámjinsbergholið

Biðja nú um 45 milliónir aftrat til fámjinsbergholið
Orsøkin til, at bergholið verður dýrari, er, at tilfarið í fjallinum er sera vánaligt
Løgtingið játtaði upprunaliga 169 mió. kr. til fámjinsbergholið. Nú verður roknað við, at bergholið fer at kosta 252 mió. kr. (Savnsmynd)
 
24.11.2023 - 08:35

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið hevur nú biðið løgtingið broyta verklagslógina um bergholið til Fámjins.

Lógin frá 19.apríl í fjør sigur 207 mió. kr.

Broytingaruppskotið sigur 252 mió. kr.

Sambært tí kostar bergholið 45 mió. kr. meira enn væntað var í fjør.

Síðst í oktober 2021 játtaði løgtingið 169 mió. kr. til bergholið.

Orsøkin til, at bergholið verður dýrari, er, at tilfarið í fjallinum er sera vánaligt.

Tvey stór omanlop hava verið í bergholinum.

 

Dýrkar 45 milliónir

Fyrra omanlopið, sum var í apríl, verður mett at dýrka verkætlanina 15 milliónir.

Størra omanlopið, sum var 9.oktober, verður fyribils mett at kosta 30 milliónir.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024 eru 84 milliónir til bergholið til Fámjins.

Men 88 milliónir skulu brúkast næsta ár.

Neyðugt er tí at játta fýra milliónir aftrat næsta ár, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878