Fíggjarnevndin aftur skrivað álit um H-bygningin

Fíggjarnevndin aftur skrivað álit um H-bygningin
Nevndin mælir løgtinginum til at samtykkja at játta 43,7 milliónir aftrat til sjúkrahúsbygningin
Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið váttan fyri, at tær 43,7 millónirnar, sum biðið er um, eru nóg mikið at gera H-bygningin lidnan.
 
24.11.2023 - 08:25

Fíggjarnevndin sigur seg enn einaferð hava fingið váttað, at ikki verður neyðugt at lata H-bygninginum fleiri pengar enn tær 43,7 milliónirnar, sum biðið var um til ta ávísu verklagslógina.

Og landsstýriskvinnan, Sjúkrahúsverkið og Landsverk eru nøgd við H-bygningin.

Nevndin hevur tí aftur skrivað álit um pengarnar til H-bygningin.

Hon mælir aftur nú løgtinginum til at samtykkja málið.

 

Fór aftur í nevnd

Uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, fór aftur í fíggjarnevndina 16.november, tí politikarar blivu knappliga í iva, um hetta veruliga var seinastu ferð, biðið verður um pengar til H-bygningin.

Ein grein í Frihedsbrevet fekk teir at ivast.

Men tað gera teir ikki longur, í hvussu so er ikki teir, sum eru í fíggjarnevndini.

 

Ikki endaliga góðkend

Fundarfrágreiðingin, sum var orsøkin til ivamálini, var ikki ein endaliga góðkend frágreiðing.

Frágreiðingin er um part av tí at gera H-bygningin lidnan.

Men tann parturin hevur egna verklagslóg, og er um at víðka parkeringskjallaran.

Triðja viðgerð verður í løgtinginum 5.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV