Eingin peningur til rundkoyring á Kambsdali

Eingin peningur til rundkoyring á Kambsdali
Mátingar í november í fjør vístu, at 2.700 akfør koyra á fuglafjarðarvegnum um dagin, og í meðal eru skrásett seks ferðsluóhapp á Kambsdali um árið
Í 2019 var ein rundkoyring á Kambsdali mett at kosta tvær til tríggjar milliónir krónur. (Savnsmynd: Miðnám á Kambsdali)
 
23.11.2023 - 12:20

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024 eru eingin peningur settur av til rundkoyring á Kambsdali, hóast Landsverk í fyrsta atløgu mælir til at játta 500.000 krónur til projektering.

Byggitíðin er mett at vera eitt ár. 

Verkætlanin skal gerast í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu, sum eigur íbindingarnar til høvuðsvegin, sigur Dennis Holm í svari til fyrispurning frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, sum spyr um ætlaðu rundkoyringina.

 

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur spurt um rundkoyring á Kambsdali. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

2.700 akfør

Mátingar í november í fjør vístu, at 2.700 akfør koyra á fuglafjarðarvegnum um dagin. 

Í miðal eru skrásett seks ferðsluóhapp á Kambsdali um árið, sum er lutfalsliga nógv samanborið við onnur vegastrekki. 

Tað er meira enn eitt óhapp fyri hvønn kilometur á fuglafjarðarvegnum um árið.

Í 2019 var ein rundkoyring á Kambsdali mett at kosta tvær til tríggjar milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878