Ravmagns- og vetnisbilar skulu rinda virðisgjald 1. apríl

Ravmagns- og vetnisbilar skulu rinda virðisgjald 1. apríl
Sambært galdandi lóggávu eru ravmagns- og vetnisbilar avgjaldsfríir alt árið 2024, men tað verður nú broytt
Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum, um at framskunda stigvísa virðisgjaldið fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.11.2023 - 08:24

Samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um at framskunda stigvísa virðisgjaldið fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar.

Sambært uppskotinum skulu ravmagns- og vetnisbilar frá 1.januar 2024 rinda virðisgjald av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 kr.

Hevur ein bilur til dømis eitt CIF-virði, sum er 300.000 kr., skal virðisgjald ikki latast fyri tær fyrstu 200.000 kr., men bara fyri 100.000 kr.

Sambært galdandi lóggávu eru ravmagns- og vetnisbilar avgjaldsfríir alt árið 2024. 

 

Í gildi 1. apríl

Fíggjarnevndin heldur tó, at nú komið er langt út í november er ov stutt til 1.januar.

Hon mælir tí til at broyta dagin til 1.april.

Tað er, at lógin verður ikki galdandi fyri akfør, sum eru skrásett fyri 1.apríl 2024.

Atkvøtt verður um uppskotið á tingfundinum í dag.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878