Finnland steingir landamørk

Finnland steingir landamørk
Heimildarleys flóttafólk úr Russland eru orsøk til, at Finnland steingir trý landamørk
 
22.11.2023 - 20:47

Trý landamørk millum Finnland og Russland eru nú stongd. Tað sigur finski forsætisráðharrin Petteri Orpo á tíðindafundi, sambært finska kringvarpinum YLE. 

Einasta markið, sum er opið, er við Raja-Jooseppi í Laplandi. 

 

Ætlaðu at steingja med alla

Undan hesum hevði finska stjórnin lagt fram eitt uppskot um at steingja mørkini til Russlands med alla, men sambært YLE bar hetta ikki til, tí tað hevði verið brot á fleiri altjóða reglur, sum tryggja fólki rætt til at søkja sær friðskjól. 

Finnland steingir markið, tí Russland letur pappírsleys flóttafólk úr Miðeystri og Somalia ferðast gjøgnum Russlandi til tess at kunna søkja sær friðskjól í Finnlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947