Val í Hollandi í dag

Val í Hollandi í dag
Veljarakanningar vísa, at eingin flokkur fær nóg stóra undirtøku at skipa stjórn einsamallur
Veljararnir í Hollandi hava 26 flokkar at velja ímillum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.11.2023 - 14:06

Valhølini í Hollandi hava latið upp. 

Tilsamans 26 flokkar stilla upp til tjóðartingsval í dag.

Fýra flokkar liggja javnir í meiningakanningum, og eingin teirra verður nóg stórur til at vinna meirlutan, sum er 76 sessir, og skipa stjórn einsamallur.

Hildið verður, at samráðingar um stjórnarsamstarv byrja alt fyri eitt, sum valhølini lata aftur kl. 21 og seinastu veljarakanningarnar eru kunngjørdar. 

Tað er ikki óvanligt, at samgongusamráðingar í Hollandi vara í fleiri mánaðir, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947