100.000 kr. í frádrátti kosta landskassanum 20,5 milliónir

100.000 kr. í frádrátti kosta landskassanum 20,5 milliónir
Uppskotið hjá landsstýrinum um frádráttarfría inntøkuupphædd hjá pensjónistum, sum nú er í tinginum, kostar landskassanum 6,5 mió. kr.
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent trivnaðarnevndini upplýsingar um frádráttarfríar inntøkur. (Savnsmynd)
 
22.11.2023 - 08:41

Verður frádráttarfría inntøkuuphæddin hjá fólkapensjónistum 70.000 kr., kostar tað landskassanum 10 mió.kr.

Verður hon 80.000 kr. kostar hon 14 milliónir, 90.000 kr. kosta 17 milliónir og 100.000 kr. kosta 20,5 milliónir krónur.

Uppskotið hjá landsstýrinum, sum nú er í tinginum, kostar landskassanum 6,5 mió. kr.

Sambært uppskotinum er frádráttarfría inntøkuupphæddin 61.900 kr. 

Tølini um frádráttarfríu inntøkuupphæddina hevur trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið frá Almanna- og mentamálaráðnum.

Ráðið ger vart við, at talan er um ógviliga leysliga meting.

Broytingarnar fara at kosta landskassanum nógv meira frá 2025. Og eisini nakað meira enn upplýstu tølini longu næsta ár, tí tølini byggja á inntøkuupplýsingar frá 2022..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878