Ísrael og Hamas samd um vápnahvíld

Ísrael og Hamas samd um vápnahvíld
Avtalan er størsta diplomatiska frambrotið, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober
Sambært avtaluni, er Ísrael sinnað at leingja vápnahvíldina ein dag fyri hvørjar 10 gíslar, sum Hamas letur leysar.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.11.2023 - 08:16

Ísraelska stjórnin og Hamas eru í nátt vorðin samd um eina avtalu um gíslar og fyribils vápnahvíld.

Tað skrivar Reuters.

Sambært avtaluni, verður vápnahvíld í fýra dagar. Ísrael fær fleiri gíslar, sum Hamas hevur í Gasa, og Hamas fær palestinskar gíslar, sum eru í Ísrael. 

Reyði krossur sleppur inn í Gasa við heilivági og brennievni, og ikki er loyvt at senda upp dronur har suðuri í Gasa teir fýra dagarnar, meðan vápnahvíld er.

Ísrael hevur bundið seg til hvørki at leypa á ella at handtaka fólk í øllum Gasageiranum.

Avtalan er størsta diplomatiska frambrotið, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.

 

Leingja vápnahvíld fyri gíslar

Sambært avtaluni, er Ísrael sinnað at leingja vápnahvíldina ein dag fyri hvørjar 10 gíslar, sum Hamas letur leysar.

Hamas hevur góðtikið at lata leys 50 kvinnur og børn, sum eru gíslar. 

Afturfyri krevur Hamas, at Ísrael letur leysar 150 palestinar. 

Vápnahvíldin er ikki komin í gildi. Sambært Katar, verður tað kunngjørt innan 24 tímar.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjárkvøldið, áðrenn avtalan um vápnahvíld var góðtikin, at kríggið móti Hamas fer at halda fram, eisini um semja verður um fyribils vápnahvíld, og at gíslar verða latnir leysir.

- Kríggið heldur fram, og tað fer at halda fram, til vit hava rokkið okkara málum, segði Netanyahu í gjárkvøldið, á veg inn á fund við ísraelsku stjórnina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947