Eisini Netanyahu er bjartskygdur um avtalu

Eisini Netanyahu er bjartskygdur um avtalu
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at framstig verða gjørd í samráðingunum um gíslarnar
Benjamin Netanyahu er forsætisráðharri í Ísrael. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
21.11.2023 - 15:07

Eisini ísraelski forsætisráðharrin letur væl at gongdini í samráðingunum um, at teir umleið 240 gíslarnir, sum Hamas hevur, verða latnir leysir.

Benjamin Netanyahu sigur, at framstig verða gjørd. 

- Eg haldi ikki, at vit eiga at siga meira í løtuni, men eg vónir, at góð tíðindi verða at frætta skjótt, sigur hann við Reuters.

Ein talsmaður fyri Hamas segði fyrr í dag, at ein avtala er í eygsjón, og myndugleikarnir í Katar, sum roynir semju millum partarnar, eru eisini bjartskygdir um, at ein avtala fæst í lag.

Av skrivstovuni hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, verður upplýst, at fundir vera við fleiri ráðharrar í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947