Landsstýriskvinnan: Hetta er seinasta eykajáttanin til H-bygningin

Landsstýriskvinnan: Hetta er seinasta eykajáttanin til H-bygningin
Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, vóru í fíggjarnevndini fyrrapartin
Eykajáttanin til H-bygningin var samtykt við aðru viðgerð, men málið var beint aftur í fíggjarnevndin, tá triðja viðgerð var hósdagin.
 
21.11.2023 - 13:08

- Vit hava ikki og fara heldur ikki at biðja um nakra eykajáttan aftrat til H-bygningin.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Hon var á fundi við fíggjarnevndina fyrrapartin, nú málið um eykajáttanina var beint aftur í nevnd. Hon vissaði nevndina um, at neyðugt verður ikki við fleiri pengum. 

 

Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Eykajáttanin er slakar 44 milliónir kr., og uppskotið var samtykt við aðru viðgerð. Men við triðju viðgerð hósdagin vóru so nógv ivamál reist, at løgtingið samtykti at beina málið aftur í fíggjarnevndina. 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, sum eisini var á fundi við fíggjarnevndina fyrrpartin, er sannførdur um, at fíggjaætlanin fyri H-bygningin nú fer at halda.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21112023_H-bygningur

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878