USA letur Ukraina størri hernaðarligan stuðul

USA letur Ukraina størri hernaðarligan stuðul
Amerikanski verjumálaráðharri var í ukrainska høvuðsstaðnum í gjár
Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, hitti Zelenskyj, forseta, í Kyiv í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.11.2023 - 10:36

USA fer at veita Ukraina enn 100 milliónir dollarar í hernaðarligum stuðulspakka, tað eru 682 milliónir krónur. 

Tað boðaði amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, frá undir vitjanini í Kyiv í gjár, har hann millum annað hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Í stuðulspakkanum eru millum annað lóður til hondvápn og kanónir, loftverja og útgerð til rakettskipanir, skrivar NTB.

Á fundinum lovaði Austin Zelenskyj, at USA fer at stuðla Ukraina í drúgva tíð.

USA er tað landið, sum hevur givið Ukraina størsta hernaðarliga stuðulin. 

Partur av republikanska flokkinum mælir til at gevst við hjálpini, ella avmarka hjálpina, og tí hevur tað verður torførari at samtykkja nýggjar stuðulspakkar í kongressini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947