Fíggjarnevndin viðger eykajáttan til H-bygningin

Fíggjarnevndin viðger eykajáttan til H-bygningin
Málið var samtykt við aðru viðgerð, men tað fór aftur í nevnd, tá triðja viðgerð var hósdagin
Landsstýriskvinnan í heilsumálum og Landsverk skulu greiða fíggjarnevndini frá, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málinum um eykajáttan til H-bygningin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.11.2023 - 08:17

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Landssjúkrahúsið og Landsverk eru boðsend á fund hjá fíggjarnevndini fyrrapartin.

Tey skulu svara nevndini, hvat er upp, og hvat er niður í sambandi við eykajáttanir til H-bygningin.

Uppskotið um eykajáttan, 43,7 mió. kr., sum var samtykt, tá onnur viðgerð var, fór aftur í fíggjarnevndina, tá triðja viðgerð var hósdagin.

Orsøkin var, at sambært Frihedsbrevet.fo er hetta ikki seinastu ferð, biðið verður um pengar til H-bygningin.

Hetta ørkymlaði tingfólk, sum atkvøddu fyri uppskoti hjá Jørgeni Niclasen um at fáa málið aftur í nevnd.

 

Fíggjarlógin

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024 er eisini á skránni hjá fíggjarnevndini í dag.

Tveir landsstýrismenn eru innkallaðir, Dennis Holm og Djóni Nolsøe Joensen.

Vørn, Havstovan, Strandfaraskip landsins og Undirvísingarstýrið hava eisini fingið fundarboð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878