Russar mótmæla at Finnland hevur stongt marknalið

Russar mótmæla at Finnland hevur stongt marknalið
Finskir myndugleikar halda, at Russland stýrir flóttafólkastreymi inn í landið sum nevnd fyri, at Finnland er vorðið limur í NATO
Finnland hevur stongt fleiri lið á markinum millum Finnland og Russland
Mynd: AFP/Euronews  
 
20.11.2023 - 15:48

Russiska uttanríkisráðið hevur nú sent finska sendiharranum í Moskva eitt alment mótmæli, eftir at Finnland í farnu viku stongdi ein part av markinum til Russlands.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

- Finska avgerðin var ov bráðfýsin, og hon ger seg inn á rættindini og áhugamálini hjá tíggjutúsundtals menniskjum báðumegin felags markið hjá londunum, sigur russiska uttanríkisráðið í mótmælinum.

Tað var fríggjadagin, at finsku myndugleikarnir boðaðu frá, at fýra av marknaliðunum til Russland fóru at verða stongd dagin eftir.

 

Petteri Orpo er forsætisráðharri í Finnlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

 

Stýra flóttafólkastreymi

Grundin er, at finsku myndugleikarnir halda, at Russland stýrir einum flóttafólkastreymi inn í landið sum hevnd fyri, at Finnland herfyri gjørdist limur í NATO.

Russisku myndugleikarnir hava avsannað hetta.

Men finski forsætisráðharrin, , sigur, at tað framvegis eru ábendingar um, at russiskir myndugleikar føra fólk, sum vilja hava friðskjól, til finska markið. Hann sigur eisini, at tað kann koma upp á tal at steingja upp aftur fleiri marknalið til Russlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947