Tilvitskan um matframleiðslu skal økjast

Tilvitskan um matframleiðslu skal økjast
Vinnumálaráðið hevur játtað pening til tríggjar verkætlanir
Talan er um stuttfluttar, føroyskar, dygdargóðar og heilsugóðar matvørur. (Savnsmynd)
 
20.11.2023 - 13:49

Vinnumálaráðið hevur játtað trimum verkætlanum tilsamans 750.000 krónur fyri at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.

Talan er um stuttfluttar, føroyskar, dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Klaksvíkar kommuna fær 300.000 krónur, sum partvíst verður við til at fíggja eina royndarverkætlan við skúlamati.

Serbreytin á Kambsdali fær 50.000 krónur til eina verkætlan, ið hevur til endamáls at menna tilvit og virðing fyri eginframleiðslu, og fyri førleikunum at gerast meira sjálvbjargin við mati.

Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin fáa 400.000 krónur til verkætlanina "Matfrø(ð)i", sum er ein verkstovurøð, har undirvíst verður í burðardygd, kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð fyri ávikavist børnum og vaksnum. 

Tríggjar umsóknir komu inn, skrivar Vinnumálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878