Útlendskir lærarar skulu sleppa at spæla á konsertum

Útlendskir lærarar skulu sleppa at spæla á konsertum
Landsstýrið hevur biðið danskar myndugleikar um at gera uppskot um at broyta útlendingalógina fyri Føroyar
Útlendskir musikkskúlalærarar í Føroyum skulu fáa lættari atgongd til at spæla á konsertum og øðrum tónlistartiltøkum. (Savnsmynd)
 
20.11.2023 - 11:32

Útlendskir musikkskúlalærarar í Føroyum skulu fáa lættari atgongd til at spæla á konsertum og øðrum tónlistartiltøkum.

Landsstýrið hevur biðið Kaare Dybvad Bek, ráðharra, um at gera eitt uppskot um at broyta útlendingalógina fyri Føroyar.

Endamálið er at sleppa undan kravinum um arbeiðsloyvi til hjástørv, tá fólk hava uppihalds- og arbeiðsloyvi til at arbeiða sum musikkskúlalærarar.

Hetta skal gera tað lættari hjá teimum at vera við í tónlistarligum tiltøkum, sigur landsstýrið. Tey skulu ikki søkja um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri.

Og Kaare Dybvad Bek fer at gera, sum landsstýrið vil.

Uppskot um lógaruppskot verður sent til hoyringar seinni í hesum mánaðinum, hevur ráðharrin boðað føroyanevndini hjá fólkatinginum frá. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878